Borgarafundur
Á borgarafundinum í bygdarhúsinum í Leirvík vísti Rúna Sivertsen á, at ferðslutrygd er eitt samspæl millum myndugleikar og ferðandi. Hon fýltist á, at føroyingar eru so aftarliga, tá ið ræður um ferðslupolitiska økið.
Í áhugaverdari framløgu vísti hon á nøkur ítøkilig dømi um, hvat gerast kann fyri at minka um ítøkiligu ferðsluvandarnar, sum koma at standast av, at øll ferðslan úr og til Norðoyatunnilin kemur at ganga eftir bygdavegum í Leirvík í tíðini, áðrenn nakar annar ferðamøguleiki er.
Hon segði, at 1) Landsverk og Leirvíkar kommuna mugu tryggja vegirnar mest møguligt, 2) at neyðugt er at gera forðingar í tann mun, tað ber til, 3) at bileigarar mugu syrgja fyri, at bilar verða rætt parkeraðir, 4) at løgreglan ger átøk, serliga í byrjanini, 5) at skúli og barnagarðar upplýsa og læra børnini um øktu ferðsluvandarnar og 6) at foreldur støðug mugu áminna og ávarða børnini um vandarnar.
- Tað nyttar ikki at krevja av myndugleikunum, um tey ferðandi ikki eisini gera tað, sum rætt er í ferðsluni.
Formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd legði stóran dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at bilar ikki verða parkeraðir soleiðis, at teir eru til ampa fyri ferðslutrygdina.
- Eg vil staðiliga heita á øll, sum fara at ferðast gjøgnum Leirvíksbygd, um at vísa størsta varsemi, so hetta gleðiliga frambrot í samferðslukervinum, nú Norðoyatunnilin letur upp um nakrar vikur, ikki verður ein sorgarleikur, segði Rúna Sivertsen.










