Samlaða játtanin til ferðslutrygdarátøk hjá Landsverki er í ár skerd niður í minni enn ein triðing.
Í fjør var játtanin til ferðslutrygdarátøk hjá Landsverki tilsamans 11,5 milliónir krónur. Men í ár er hon skerd niður í tríggjar milliónir krónur, skrivar Landsverk á heimasíðuni.
Stovnurin nýtir eina hálva millión til at fresa rumlufoyrur í vegir við nógvar ferðslu.
Fyrsti teinurin, har hildið varð fram við at gera rumlifoyrur eftir royndir á Kalbaksvegnum, var úr norðara munna á Kollafjarðartunlinum oman móti rundkoyringini í Kollfjarðardali, ið er 1,6 km til longdar. Síðani varð farið undir vegateinin millum Sandvíkarhjalla og Sund, sum er 4,6 km til longdar, og harnæst teir 0,7 km í Leynatunlinum og ein 5,6 km langan tein frá rundkoyringini í Kollfjarðardali til tunnilsmunnan við Vágatunnilin. Síðani stóð Kollfjarðartunnillin, ið er 2,8 km til longdar, fyri tørni. Seinasti teinurin, ið higartil er gjørdur, er millum rundkoyringina oman fyri Norðskála til vegamótið í Skálabotni.