Arbeiðið við at seta hesi tilmæli í verk hevur gingið væl, og í dag, 3 ár eftir at ferðslutrygdarætlanin varð latin poltiska mynduleikanum, eru 20 tilmæli longu sett í verk. Meginparturin av hesum tilmælunum vórðu sett í gildi í fjør, tá ið Løgtingið samtykti rúgvismiklar broytingar í ferðslulógini. Her var m.a. krav sett til, at øll skulu sita í trygdarbelti, nullmark varð sett fyri rúsevni í ferðsluni, sera lágu bøturnar vórðu hækkaðar munandi, promillumarkið varð sett niður fyri at signalera, at rúsdrekka og bilur ikki hóska saman og ikki minst kravið um, at børn skulu vera íbundin í bilinum. Umframt dagførdu ferðslulógina eru eisini onnur tilmæli fylgd, m.a. arbeiðið við at ferðslutryggja vegamót. Her kunnu nevnast vegamótið inn á Kambsdal, vegamótið í Streymnesi og Hósvík.
Meðan omanfyristandandi tilmæli longu eru sett í verk, eru onnur tilmæli ávegis:
Sjálvvirkandi ferðkanningar, venjingarbreyt og kommunalar ferðslutrygdarætlanir.
Tað sum sjálvsagt er at fegnast um er, at ferðslutrygdararbeiðið og fylgdu tilmælini vísa seg at hava gjørt mun. Sambært hagtølum frá Landsverk vísir tað seg, at talið á óhappum við fólkaskaða er minkað við 30% í mun til 2006. Sjálvsagt eru tað mong viðurskifti, sum spæla inn, tá ið tílík hagtøl verða gjørd upp, m.a. fíggarlig sveiggj í búskapinum, og tískil eiga tílík hagtøl at vera sæð yvir eitt longri tíðarskeið. Tó er tað nakað, sum bendir á, at vit eru á rættari kós, tí seinast í 80` unum vóru skrásett umleið 2000 ferðsluóhapp um árið, meðan talið av óhappum í 2009 lá um 900.
Nýggj tilmæli
Samstundis sum arbeitt verður víðari eftir ferðslutrygdarætlanini er tað neyðugt at dagføra og umhugsa onnur skilagóð tilmæli, sum kunnu betra um ferðslutrygdina. Ì Løgtinginum herfyri setti Jenis av Rana, formaður miðfloksins, mær spurningin, um fyrstihjálparskeið eigur at vera eitt krav til fólk, sum taka koyrikort. Eg meti hetta tilmæli vera sera skilagott, og fari eg at heita á ferðslutrygdarbólkin um at viðgera hendan spurningin. Tað er oftani tann fyrsta hjálpin, ið er tann avgerandi fyri um lív kunnu bjargast, og tí eigur hetta eftir mínum tykki at vera eitt lógarkrav, at bilførarar hava fyrstihjálparskeið. Somuleiðis meti eg tað vera rætt, at arbeitt verður víðari við einari venjingarbreyt ella koyritekniskum anleggi, har fólk undir tryggum umstøðum kunnu læra at handfara eitt akfar í eitt nú hálku. Somuleiðis er ætlanin, at venjingarbreytin kann vera karmur um ein ferðslutrygdardepil, har eitt nú Ráðið fyri ferðslutrygd kann hava frálæru um ferðslutrygd. Hugburðurin og upplýsingin um ferðslu hevur alstóran týdning fyri trygdina á føroysku vegunum.
Mist lív í ferðsluni kosta føroyska samfelagnum millióna upphæddir, og ikki minst mongum familjum kring landið árliga mikla sorg. Vit hava ikki ráð til at missa fleiri fólk í ferðsluni, og tí má politiska stavnhaldið vera, at ongin skal lata lív í ferðsluni.









