Ferðslutrygd út á alnótina við nýggjari heimasíðu

Ferðslutrygd er komið á Alnótina við sera spennandi heimasíðu

Á heimasíðuni eru neyvar upplýsingar um Ráðið fyri Ferðslutrygd, bygnað og viðtøkur, ráðsfundir, starvsnevnd og limir tess.

Harnæst eru spennandi og upplýsandi síður um eitt nú rúsdrekkakoyring, umframt eina ungdómssíðu, har ungdómurin sjálvur kann gera viðmerkingar til mál í eina ungdómsbók.

Eitt spennandi tiltak er ein síða við ferðslutíðindum, harundir eru tíðindaskriv, sum verða uppdaterað hvørja viku. Hetta er nakað, sum ger tað lætt hjá bæði einstaklingum og kanska serliga fjølmiðlunum at fylgja við, hvat nýtt hendir á ferðsluøkinum.

Nógv rúmd er fyri 0-hugsjónini, har sera neyvar frágreiðingar eru um ferðslu og um hvat tiltøkini í 0-hugsjónini snúgva seg um.

Áhugaverd hagtøl og kanningarúrslit eru við hesum eisini løgd út á Alnótina.

Eisini er ein síða um samskiftið hjá RFF við skúlar, um undirvísingina og um Ferðsluring Barnanna, og seinast eru mong sera hent vevmið.