Ferðslutrygd á Reinsarínum

Ráðið fyri Ferðslutrygd er byrjað aftur við undirvísinini av næmingum í 8. flokkunum kring landið. Undirvísingin er á Reinsarínum í Tórsgøtu, og verkæltanarleiðari er Jón Kragesteen.

Í samstarvi við politiið, ambulansutænastuna á Landssjúkrahúsinum, koyrilærarar og ferðsluoffur, bjóðar Ráðið fyri Ferðslutrygd nú aftur øllum næmingum í 8. flokkunum í Føroyum til eitt dagsskeið um evnið ”ferðsla og ungdómur”. Tað er Jón Kragesteen, fyrrverandi leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, ið er verkætlanarleiðari og samskipar undirvísingina, sum gongur fyri seg á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.


Endamálið við dagsskeiðinum er at fáa næmingin at skilja, hvussu nær vandanum hann í veruleikanum er, og at tað ikki bara eru ”hini”, sum kunnu koma út fyr einari álvarsligari ferðsluvanlukku. Hetta verður m.a. gjørt við at fólk, ið hava upplivað eina ferðsluvanlukku, greiða frá úr egnum barmi. Eisini verður við filmum og myndum roynt at lýsa, hvussu ógvusliga náttúrukreftirnar leika í, tá ið illa vil til.


Á dagsskeiðinum er ikki ætlanin at nýta moralska fremstafingurin. Heldur verður roynt at seta avleiðingarnar av ferðsluvanlukkum í brennidepilin. Tað dýrabara, óskadda í mun til tað brotna og syndraða - hitt ljósa og vónríka unga sinnið í mun til tað døkka og vónbrotna. Roynt verður ikki einans at tala til vit og skil, men eisini til kenslurnar. Málið er at geva eina sterka uppliving, sum setur seg í mergin og á henda hátt at ávirka til skilagóðan hugburð, sigur Jón Kragesteen.