Ferðsluskaðar mótvegis øðrum skaðaorsøkum

Null-hugsjónin býtir ábyrgdina um ferðslutrygd millum brúkaran og teirra, sum skipa fyri og gera vegakervið. Á hesum yvirlitinum sæst, at næstan ein triðingur av teimum, sum láta lív av vanlukkuávum í Svøríki, doyggja í ferðsluni


 

Í øllum framkomnum londum er nágreinilig lóggáva galdandi um útbúnað, trygdarviðurskifti, arbeiðaravernd o.a., tá tað snýr seg um verkstaðir, virki og onnur arbeiðspláss, og er tað skylda arbeiðsgevarans at bera so í bandi, at tey ymisku arbeiðsplássini til fulnar lúka hesar lógarásettu reglur. Tað eru arbeiðseftirlitini, sum gjølla fylgja við um trygdarviðurskiftini eru í lagi. Tá so ein vanlukka hendir, verða skaðaatvoldirnar gjølla kannaðar, og ikki minst um trygdarviðurskiftini eru í lagi.

Null hugsjónin

Null hugsjónin býtir ábyrgdina um ferðslutrygd millum brúkaran og teirra, sum skipa fyri og gera vegakervið, men høvuðsábyrgdin at forða fyri ferðsluskaða verður nú løgd á herðar teirra, ið gera vegir, berghol og brýr, og á tey, ið gera lógir og kunngerðir, áseta hámarksferðir og umsita tær, gera bilar, barnastólar, stoytkoddar o.s.fr. Vit kunnu ikki bert sita og hoyra og lesa í fjølmiðlunum um ferðsluvanlukkur, og síðan bert bíða til til næsta vanlukkan rámar á sama stað.

Álvarsligari avleiðingar

Vit síggja her, at 29 prosent av teimum, sum láta lív av vanlukkuávum í Svøríki, doyggja í vegaferðsluni. Men tað, yvirlitið ikki sýnir, er tann veruleika, at meira enn helvtin av teimum børnum og ungdómum, sum doyggja av vanlukkuávum, láta lívið í ferðsluni. Tí eru avleiðingarnar av ferðsludeyða, avlamni o.s.fr. nógv álvarsligari, enn um borið verður saman við nógvar álvarsamar sjúkur og í tí sambandi lækkaðan livialdur ella vánaliga heilsustøðu.

Brot úr fyrilestri hjá Petur J. Sigvardsen starvsnevndarformanni í RFF.