Ferðsluruðuleiki á Hálsi

Fólk streyma á val, og formaðurin í valstýrinum í Havn heitir á fólk um ikki at koyra bilin heilt til dyrnar í ítróttarhøllini á Hálsi Fleiri enn 11.000 fólk velja á landsins størsta valstaði ? í ítróttarhøllini á Hálsi ? og har hevur verið ferðsluruðuleiki í dag. Fólk royna at fáa bilin so tætt til dyrnar sum gjørligt, og tað hevur við sær stórt órógv kring valstaðið.

Formaðurin í valstýrinum í Havn, Jens Marius Poulsen, heitir tí á fólk um at parkera bilin í eitt sindur av frástøðu frá ítróttarhøllini, tá ið tey fara á val.