Ferðslulógin verður broytt

1. juli verða ymsar broytingar í føroyska ferðslulógini. Eitt nú verða trygdarreglurnar fyri koyring við motorsúkklu herdar eins og forboð verður sett ímóti breytmotorsúkklum 1. juli í ár, altso um tríggjar vikur, verður ferðslulógin broytt nakað. Broytingarnar snúgva seg í høvuðsheitum um trý ting. Tey trý tingini eru, at forboð verður sett ímóti lítlum breytmotorsúkklum ella teimum sokallaðu ?pocketbikes,? at revsingin fyri at koyra við yvirvekt við tungum akfari verður herd, og at trygdarreglurnar fyri koyring við motorsúkklu verða herdar.

Breytmotorsúkklur ella ?pocketbikes? eru eitt slag av leiku, sum serliga verður nýtt av børnum at spæla við, og sum ikki eru ætlaðar at koma út í ferðsluna yvirhøvur. Frá 1. juli verður forboð sett ímóti at innflyta slíkar súkklur. Tey, ið eiga eina slíka súkklu, sleppa at varðveita súkkluna, men um hon verður nýtt á vegnum, kunnu hon inndragast.

Revsingin fyri at koyra við yvirvekt við akfari yvir 3500 kg verður eisini herd. Bøturnar fyri yvirvekt verða fimmfaldaðar, so tær nú eru meira í hædd við bøturnar í grannalondunum. Harafturat verður koyrikortið frádømt treytað, um koyrt verður við einari yvirvekt, sum svarar til meir enn 30 % av loyvdu vektini.

Afturat hesum báðum verða trygdarreglurnar fyri koyring við motorsúkklu eisini herdar. Hesar broytingar snúgva seg serliga um børn á motorsúkklu. Frá 1. juli skulu børn verða fylt átta ár, um tey skulu ferðast á motorsúkklu, og tey skulu vera í fastspentum hjálmi.

Umframt hetta koma nýggjar reglur í gildi, sum merkja, at tað ikki mugu ferðast fleiri persónar á eini motorsúkklu ella í síðuvogni hennara, enn akfarið er ætlað til.