Ferðslukanning í Vága kommunu

Í Vága kommunu ætla tey, at ferðslutrygdarætlanin skal verða klár í mars 2017.

Fyri jól varð ein kapping gjørd í Vága kommunu, har skúlanæmingar svaraðu spurningum um ferðslu. Tann árgangur, sum var ídnastur at svara spurnarkanningini, var 1. flokkur, og tí fáa tey eisini fyrstu virðisløn fyri sítt ágrýtni.

 

Og fyrsta virðisløn er ein túrur í Nest í Miðvági við mati og drekka til allar næmingar í 1. flokki.

 

Í Vága kommunu siga tey, at av tí, at nógvir flokkar vóru raskir at svara spurnarkanningini, er avgjørt, at ein eyka virðisløn verður latin 4. og 10. flokki, og hesi fáa rómabollar til allan flokkin.

 

Spurnarkanningin varð sett í verk í samband við, at Vága kommuna arbeiðir við eini ferðslutrygdarætlan, og í kanningini varð eitt nú spurt um ferðsluvanar og ótryggleika í ferðsluni.

 

- Eitt nú vórðu næmingarnir spurdir um, hvussu tey koma í skúla um morgunin, og um tey kenna seg trygg í skúlaferðsluni á veg í og úr skúla.

 

Eisini var møguligt at peika á ótrygg støð í kommununi, har spurt var um orsøkina til ótryggleikan. Ótryggleikin kundi eitt nú snúgva seg um nógva ferðslu, myrkur, ferð og annað.

 

Vága kommuna skipaði soleiðis fyri, at teir yngstu næmingarnir fingu bræv heim við til foreldrini, sum síðan kundu hjálpa til við svarunu. Hinvegin høvdu eldru næmingarnir høvi at svara spurningunum í skúlanum.

 

- Vit fingu sera nógvar afturmeldingar uppá spurnarkanningina. Heili 175 valdu at svara. Hetta eru vit takksom fyri, og er úrslitið av kanningini eitt gott íkast til úrslitið av ferðslutrygdarætlanini.

 

Í Vága kommunu siga tey, at ferðslutrygdarætlanin, sum arbeitt verður við, væntandi verður klár í mars 2017.