Sum ein av nærmastu grannum til ferðsluforðingina, ið gjørd er norðanvert bygdina í Sandavági, sleppur tú ikki undan at síggja, hvat gagn hon ger fyri at seta ferðina niður.
Og tað er null.
Um ein bilførari ikki heldur seg til tey týðiligu skelti, sum sett eru upp, er púrasta óneyðugt hjá honum at seta ferðina niður, tí vegurin er nærum beinur. Havi onkuntíð staðið og eygleitt bilar, sum koma inn í bygdina, teir koma heilt upp á 90 km/t har »forðingin« er gjørd.
Stutt sagt, so er talan um burturspiltar almennar pengar, - um altso »oyggin« ikki bara er gjørt til pynt.










