Ferðsluóhapp við Nonnuskúlan

Eitt ferðsluóhapp var við Nonnuskúlan í morgun. Hetta hendi um átta-tíðina, tá fólk seta børnini av og annars eru á veg til arbeiðis og órógvaði ferðsluna oman eftir Varðagøtu nógv.

 

Ferðsluóhappið hendi á horninum millum Varðagøtu og Sjúrðagøtu. Har er sera trongt í hesum døgum, við tað at umvælingararbeiði av Kommunuskúlanum tekur ein fittan part av Sjúrðagøtu.

 

Tá in.fo tosaði við vakthavandi var einans greitt, at talan var um ein bilførara, sum ikki hevði hildið sína víkiskyldu. Løgreglan var á staðnum, og vakthavandi hevði ikki fingið at vita, hvaðani bilurin, sum breyt víkiskylduna kom.

 

Vakthavandi visti tó at siga, at eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.