Ferðsluóhapp við Breiðará

Um 19 tíðina sunnukvøldið var eitt ferðsluóhapp á Kambsdali, har ein 19 ára gamal drongur og ein 15 ára gomul genta vóru við

Veðrið var gott og vegurin er góður at koyra á, og tí veit løgreglan í Runavík ikki at siga, hvør orsøkin var til óhappið.
Tað var um 19 tíðina sunnukvøldið, at politistøðin í Runavík fekk fráboðan um eitt ferðsluóhapp beint sunnanfyri Fuglafjørð - við Breiðará.
Ein 19 ára gamal drongur og ein 15 ára gomul genta vóru við, og hevði drongurin fingið rættiliga stóran skaða. Gentan var ikki eins illa stødd og drongurin, men tey vórðu bæði flutt á Landssjúkrahúsið.
Annars verður sagt av politistøðini í Runavík, at ógvuliga friðarligt hevur verið um vikuskiftið. Dansur var á Kambsdali, men tað hevur ikki merkt løgregluna. Sum heild kring landið lata politistøðirnar stak væl at, so ein kann siga, at fólk hava skikkað sær heilt væl um vikuskiftið.