Sveinur Tróndarson
Náttina til sunnumorgunin hendi eitt ferðsluóhapp í havn.
Á Hjalla, beint omannfyri har sum byrsufelagið í Havn hevur skotið í longri tíð, varð ein persónur, sum gekk á vegnum ákoyrdur.
Sum støðan er í løtuni ber ikki itil at siga hvat er hent við tí, sum yvirkoyrdur var, ella hvør orsøkin til óhappið var. Sosialurin hevur roynt at fingið fatur á upplýsingum, men løgreglan hevur noktað at givið Sosialinum upplýsingar um tað, sum fram er farið.
Á landssjúkrahúsinum ber ikki til at fáa upplýsingar av tí at tey vísa til løgreglustøðina, og sum nevnt aðrastaðni, noktar løgreglan at siga nakað sum helst um nakað.










