Eitt lítið ferðsluóhapp darvaði ferðsluni á Eystara Ringvegi um fýratíðina seinnapartin.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir fyri in.fo, at ein genta, sum koyrdi á einum skutara, hevði verið áhaldsin. Sum hon kom koyrandi, kom hon ov nær gongubreytini og hjólið tók í.
Gentan og skutarin duttu, tó lukkutíð á høgru lið, so inn á gongubreytina. Gentan fekk nakrar snuddir í óhappinum, men ikki álvarsamar, sambært vakthavandi.
Nakað av ferðslu var um hetta mundi, men vakthavandi sigur, at einki er sum bendir á, at gentan var trýst inn móti gongubreytini av ferðsluni. Ei heldur elvdi fall hennara til at aðrir bilar gjørdust partur av óhappinum.










