Ferðsluóhapp og ferðslukaos í Kollafirði

Eitt ferðslóhapp hevur verið á landsvegnum í Kollafirði norður móti Kjalsnestanga.

Greitt er ikki, hvussu álvarsom støðan er, men helst er talan um ein harmonikusamanstoyt.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey hava ikki nærri upplýsingar um støðuna enn. Hon sigur, at tey verða niðurringd av fólki, sum ikki sleppa framvið, og at har er rættuligt ferðslukaos. Men tá støðan er sum hon við einum ferðsluóhappi, so má tað bara vera so.

Fýra løgreglufólk eru á staðnum og royna at stýra ferðsluni, sum í løtuni gongur ígjøgnum bygdina.

Fleiri sjúkrabilar eru sendir á staðið, men greitt er ikki, um fólkaskaði hevur verið.

----

DAGFØRING: Tað síðsta nýggja er, at talan er um tveir bilar. Annar bilurin rendi í hin bilin aftanífrá. Báðir bilarnir hava fingið so mikið stóran skaða, at teir fáa ikki koyrt. Onkur hevur fingið smávegis snuddir, men tað er ikki so álvasligt, sum tað sær út.

 

##med2##