Fríggjamorgunin varð ein ungur maður fluttur á Sjúkrahúsið á Tvøroyri. Hann hevði fingið skaða, tá hann rendi í ein stabba við Núpin á vegnum millum Lopra og Vág. Seinni varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrluni.
Vegurin er ógvuliga smalur á hesum strekkinum, og arbeitt verður við at breiðka vegin. Bilurin hevur havt ov nógv ferð, og førarin hevur tí mist tamarhaldið á bilinum. Nógvur skervur liggur á vegnum, og tí er vegtakið ikki so gott.
Førarin hevur verið heppin, tí bilurin rendi fyrst á ein stabba og hekk síðani í bilverjuni. Um bilurin fór útav, so endaði hann í havinum, og førarin hevði neyvan sloppið við lívinum.









