- Vegna ferðsluóhapp á landsvegnum millum Hósvík og Kollafjørð er vegurin fyribils stongdur, og tað er ikki møguligt at koyra framvið.
Hesum boðar løgreglan frá fyri lítlari løtu síðan. Løgreglan heitir samstundis á bilførarar um at hava tol og at lata útrykningsakfør sleppa fram.
- Boðað verður frá, tá vegurin er opin aftur, sigur løgreglan, sum í løtuni ikki hevur stundir at greiða miðlunum frá, hvat er hent á landsvegnum.
Í einari nýggjari dagføring, sum løgreglan hevur lagt út á sína Facebook-síðu klokkan 21.38, boðar løgreglan frá, at landsvegurin nú er opin aftur.