Fyri løtu síðani stoyttu tveir bilar saman á horninum Marknagilsvegður-Svalbardsvegur í Havn.
Annar bilurin kom vestanífrá, og hin eystanífrá. Tá annar bilurin snarar til vinstru oman á Svalbarndsvegin, stoyta teir saman. Stoyturin var so mikið harður, at tveir persónar vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tað kortini ikki er nakað, sum bendir á, at persónarnir hava fingið stórvegis skaða.
Um orsøkina til óhappið sigur vakthavandi, at allarhelst hevur annar bilførari ikki hildið sína treytaleysu víkiskyldu.