Ferðsluóhapp í Kaldbaksbotni

Ein maður koyrdur á Landssjúkrahúsið

Um tvey-tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Kaldbaksbotni, á vegnum, ið fer av landsvegnum norðureftir og móti Kaldbak.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini visti ikki at siga, hvønn veg bilførarin koyrdi, men hann er so farin av vegnum og bæði bilur og bilførari fingu skaða.

 

Sjúkrabilur kom á staðið, og bilførarin varð innlagdur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Tó var eingin álvarsamur skaði. Løgreglan hevur í hesum sambandi eisini biðið um, at ein blóðroynd verður tikin av manninum.

 

Bilførarin var einsamallur í bilinum.