Eitt ferðsluóhapp hendi fyri løtu síðani inni á Sundi, við omankoyringina av landsvegnum til vinnuøkið.
Ein lastbilur var í ferð við at venda inn á vinnuøkið, og mótkoyrandi ferðsla steðgaði at bíða eftir honum. Ein bilur megnaði tó ikki at steðga rættstundis og koyrdi upp í reyvina á bilinum, sum steðgaði fyri lastbilinum.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eingin persónskaði hendi í óhappinum.
Hann sigur, at allarhelst hevur olja ella mold ligið á vegnum og tí hevur bilurin ikki megnað at steðga.
Landsverk fer nú í holt við at rudda og spula vegin, so møguliga verður ferðslan darvað eitt sindur komandi tímarnar.










