Stutt eftir klokkan trý seinnapartin mikudagin koyrdi ein av býbussunum á eina 12 ára gentu, ið gekk á Sundsvegnum. Gentan gekk fram við vegnum og hugdi seg ikki nóg væl fyri, tá hon skuldi yvir um vegin. Hon varð flutt á Landssjúkrahúsið, men fekk tó ikki álvarsaman skaða.
Klokkan hálvgum fimm hendi eitt ferðsluóhapp við Gundadalshøllina. Ein bilur kom koyrandi eftir Gundadalsvegnum, og helt ikki treytaleysu víkisskylduna, áðrenn hann koyrdi út á R.C. Effersøesgøtu. Báðir bilar fórust nakað illa og máttu sleipast burtur, men fólkaskaði var eingin.
Stívliga ein tíma seinni hendi eitt ferðsluóhapp á vegamótinum við Hoyvíksvegin og Óðinshædd. Ein bilur kom eftir Óðinshædd og helt ikki treytaleysu víkisskylduna, áðrenn hann koyrdi út á Hoyvíksvegin. Í hesum føri var lítil materiellur skaði og eingin fólkaskaði.
Brýtir tú treytaleysu víkisskylduna, er revsingin ein treytað frádøming av koyrikortinum og nýggj koyriroynd.
Fjórða ferðsluóhappið í høvuðsstaðnum mikudagin hendi um midnáttarleitið, tá tveir bilar rendu saman á horninum við Pizza-kjallaran. Her var einans talan um lítlan materiellan skaða.