Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at ferðslan er tarnað beint sunnanfyri Leynatunnilin. Orsøkin er, at heili fýra bilar hava rent saman. Hetta hendi á tann hátt, at fyrst rendu tveir bilar saman. Síðani eydnaðist tað nøkrum bilum at steðga við neyðugari frástøðu, men so rendu tveir bilar aftrat saman longri afturi í køini.
Sostatt er talan um tvey ymisk ferðsluóhapp. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tríggir persónar eru farnir í kraga á Landssjúkrahúsið. Tað er sum so einki álvarsamt, sigur vakthavandi.
Løgreglan er á staðnum og leiðir ferðsluna, tí tað er einans koyrandi á einu breytini við Leynatunnilin. Løgreglan er nú í gongd við at taka bilarnar burtur, rudda vegin og taka burtur olju og annað á vegnum.