Leygarnáttina kl. 03.52 fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Eiði. Fimm ungir menn vóru í bilinum, og allir vóru fluttir við ambulansuni á sjúkrahúsið í Havn.
Tveir teirra vórðu gjørdir somikið í stand, at teir kundu fara heimaftur, meðan hinir tríggir vórðu innlagdir.
Løgreglan heldur, at allir fimm vóru ávirkaðir av rúsdrekka, og tí vórðu blóðroyndir tiknar av øllum somlum.
Bilurin fór ógvuliga illa, tí hann rendi frontalt í betonggarðin. Tað var ikki hált á vegnum, tá óhappið hendir.










