Klaksvík: Leygardagin hendi eitt ferðsluóhapp beint við Christianskirkjuna. Ein bilur kom niðan gjøgnum Kirkjubrekkuna, og ein kom heimeftir Selheygsgøtu og skuldi omaneftir. Hesin seinni bilurin sneiddi svingið ov tíðliga av og rendi beint á hin bilin. Ein kona koyrdi henda bilin, og fýra ára gamli sonurin sat í. Drongurin slóg høvdið í forrútin, og bleiv innlagdur til eftirlit fyri heilaskjálvta á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Leygardagin bleiv sløkkiliðið í Klaksvík boðsent. Hildið var, at tað var eldur í smoltstøðini inni í Dølum á Viðareiði. Men á veg norður fingu teir fráboðan um, at talan kortini ikki var um eldsbruna, men heldur um burturbeint rusk, sum teir brendu uttanfyri støðina. Tað var onkur, sum helt, at tað var eldur í eftir øllum roykinum at døma, og tí sendi boð eftir Sløkkiliðinum.
- Annars hevur vikuskiftið verið sera friðarligt her norðuri, verður sagt av politistøðini í Klaksvík.










