Alt fleiri ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Tað sæst aftur í ársúrslitunum hjá P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum fyri 2007, ið eru nakað betur enn væntað Undirsjóvartunlarnir hava júst havt aðalfund har roknskapirnir vórðu framlagdir, og nevndarval var á skránni.
Ársúrslitið í Norðoyatunlinum varð eitt avlop á 2,7 mió.kr., sum er betur enn ætlanirnar, sum vóru lagdar fyri 2007, har rokna varð við at inntøkur og útreiðslur skuldu javnviga. Umsetningurin var í 2007 32,3 mió.kr. Í Vágatunlinum varð ársúrslitið 1,8 mió.kr.. Umsetningurin í Vágatunlinum var 25,4 mió.kr.
Á aðalfundinum 1. apríl vórðu nevndirnar í báðum tunnilsfeløgunum afturvaldar.
Í nevndini fyri Norðoyatunlinum sita Bergur í Garði, Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer, Bjarni A. Bjarnason og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við Bergi í Garði sum formanni og Jens Kára Vilhelm sum næstformanni.
Í nevndini fyri Vágatunlinum sita Bjarni A. Bjarnason, Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Bjarna A. Bjarnason sum formanni og Jens Kára Vilhelm sum næstformanni.
Nógv tekna hald
Alt fleiri ferðandi ogna sær hald, og tað sæst aftur á miðalprísinum, ið er goldin í farna ári. Í Vágatunlinum var miðalgjaldið 77,60 kr., og í Norðoyatunlinum 82,80 kr.
Í Vágatunlinum hevur ferðslan verið í miðal 1.436 bilar/samdøgur í mun til 1.352 bilar/samdøgur í 2006. Í Norðoyatunlinum vóru tølini 1.814 bilar/samdøgur í 2007 í mun til 1.776 bilar/samdøgur árið fyri.










