Ferðslan til og úr Saksun er vaksin 650 prosent

Summar dagar koyra 50 stórur bussar eftir Saksunarvegnum, og Landsverk umhugsar fleiri møguleikar at loysa trupulleikan upp á

Ferðafólkastreymurin til Føroya er eksploderaður seinastu árini og tað sæst aftur í ferðsluni. Alsamt fleiri bussar og leigubilar síggjast nú á føroysku vegunum. Og Landsverk sigur, at tað er ein trupulleiki -serliga á smølu einbreytaðu landsvegunum er økta ferðafólkaferðslan.

Sum dømi kann nevnast, at á Leitisvegnum, sum er á leiðini vestur á flogvøllin, vaks ferðslan 52 prosent frá januar til juli í fjør. Við Áir var ein øking upp á 33 prosent í sama tíðarskeiði. Men heilt galið er tað í Saksun, har ferðslan vaks heili 650 prosent frá januar til juli í fjør. Og onkrar dagar koyra 50 bussar og aðrir stórir bilar til og úr Saksun, sigur Landsverk.

Landsverk sigur, at smølu, einbreytaðu vegirnir ikki gjørdir til so nógva ferðslu, og eitt, sum manglar í stóran mun, eru møtipláss.

Samstundis mangla parkeringspláss nógvastaðni, og tí er tað vanligt, at fólk seta bilin frá sær á vegnum ella á víkiplássum.

 

Les eisini: Vilja avmarka ferðafólkatalið í Saksun

 

Landsverk heldur, at ein spurningur er um mark skal setast fyri, hvussu nógvir bilar kunnu koyra á einum vegastrekki ísenn, og hvussu nógv ferðafólk kunnu vera í smáu bygdunum í senn

– Tað er eisini ein trygdarspurningur, sigur Landsverk. Tey siga, at fleiri møguleikar eru umhugsaðir. Ein møguleiki er at krevja gjald fyri at parkera í bygdunum. Ein annar møguleiki er at seta ferðsluljós upp, ið lýsa reytt, tá ið eingi parkeringspláss eru tøk, ella ov nógv ferðsla er á vegunum og í bygdunum.

– Ein annar máti kann vera at seta upplýsandi skelti, og at seta serliga bussrutur á stovn til hesar bygdirnar. Men ein annar møguleiki er at gera tað lættari at leiga súkklur og el-súkklur, sigur Landsverk.