Um vikuskiftið varð rættiliga kalt, og samstundis kavaði illa. Tá ið tað so fór at regna av grimd mánadagin, og allan náttina týsnáttina, kom blot í. Og sum so mangan áður undir slíkum umstøðumm loysnaði mold, eyrur og grót úr fjøllum og homrum, og ruddi oman á vegirnar.
##med2##
Landsverk sigur, at týsnáttina, og í gjár, vóru sostatt nógv áarlop kring landið, eitt nú á Vestmannavegnum, Oyndarfjarðarvegnum, Kaldbaksvegnum, Múlavegnum, á gamla Viðareiðisvegnum og eisini á Syðradalsvegnum vóru áarlop.
Av tí sama var ferðslan nakað tarnað á ymsum vegastrekkjum, eitt nú á Vestmannavegnum, har tveir trailarar, og nakrir persónbilar, máttu bíða, til vegurin var ruddaður.
##med3##
Í Kollfjarðardali høvdu útlendsk ferðafólk rent seg fastan í eitt áarlop og tað gekk illa hjá teimum at fáa boð frá sær, tí tey vistu ikki, hvar á landsvegnum tey vóru stødd, men alt gekk væl kortini, sigur Landsverk.
##med4##
Fleiri av áarlopunum hendu um náttina, og fólk frá Landsverki vórðu síðan boðsend at rudda tilfarið burtur av vegunum aftur, og at reinsa veitir og annað, so vatnið aftur kundi renna ótarnað undir landsvegunum.
##med5##