Hetta hava fólk í Miðvági bæði lagt merki til og gjørt nakað við fyri almenninginum. Spurningurin er, hvat ein kann gera soleiðis at ferðslutrygdin framvegis verður hildin í hásæti.
Miðvágs kommuna er eisini greið yvir støðuna, og er í løtuni í ferð við at arbeiða við hesum álvarsmáli.
- Vit fyrireika í løtuni nøkur munagóð inntriv í trygdina. Hesi fara at vera til stóran bata fyri ferðsluna, sigur borgarstjórin, Napolion Magnussen.