Vegagerð
á Fútakletti
Ferðslan til og frá ferjuleguni við Oyrargjógv fer at verða eitt sindur umskipað fram til upplatingina av undirsjóvartunnlinum. Talan verður um økið, har nýggi tunnilsvegurin verður bundin í verandi veg.
Har, sum nýggi tunnilsvegurin verður bundin í verandi veg millum Oyrargjógv og Sandavág, verður gjørt eitt rættiliga stórt sving. Hetta svingið verður gjørt liðugt nú beinanveg, meðan arbeiðið er í gongd, og so verður tað liggjandi, til tunnilsvegurin verður tikin í nýtslu, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunnlinum.
Fólk hava undrast á ta rættiliga stóru grótrúgvuna, sum løgd verður niðan fyri vegin sunnanvert Fútaklett. Ymsar gitingar hava verið um, hvat hetta er. Bummstøð, grótgoymsla og so framvegis, gita fólk.
Men svarið er sera einfalt, sigur Dávur Reinert Hansen. Hatta er svingið frá tunnlinum til Sandavágs. Bummstøðin fer at liggja við Kálvadalsá beint norðan fyri, har tunnilin kemur upp Vágamegin.
Hann greiðir frá, at svingið verður gjørt so stórt og lyft so høgt upp, fyri at fáa fyrsta teinin niðan á Háls so slættan og lættan sum gjørligt.
Men tað hevur so við sær, at neyðugt verður at gera hetta stóra svingið tvørtur um verandi veg. Og so verður aftur neyðugt at gera onkra umlegging av ferðsluni millum Oyrargjógv og bygdirnar í Vágum.
? Tað, sum fer at henda her, greiðir Dávur Reinert Hansen frá, verður, at ferðslan fer at ganga tvørtur um hetta nýggja svingið. Byrjað verður at koyra um nýggja svingið ein av fyrstu døgunum, uttan at kunna dagfesta tað heilt nágreiniliga, sigur hann.
? Men tað fara vit at fáa at vita í dag sum ein annan dag, og lýst verður væl og virðiliga beinanveg, gjørt er av, nær tað verður, sigur hann.
Tað verður soleiðis, at ein stikkvegur verður gjørdur oman av grótrúgvuni, sum seinni verður til sving. Bilarnir, sum ferðast hendanveg, skulu so upp ella niður av hesi rúgvuni. Tað merkir so aftur, at teir noyðast at tálma hesi ferðsluni, og er valt at gera tað við ferðsluljósum, sum sett verða upp á staðnum.
Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vágatunnlinum, sigur, at hendan skipanin fer at vara alla tíðina frá tí, farið verður undir arbeiðið, til tunnilin verður tikin í nýtslu.
? Tað fer sjálvandi at tarna ferðsluni eitt sindur, metir hann, men væntar kortini, at fólk fara at góðtaka eina slíka neyðuga broyting í vanliga ferðslumynstrinum.
Gongur væl
Dávur Reinert Hansen letur væl at arbeiðsgongdini inni í undirsjóvartunnlinum. Teir halda tíðarætlanina gott og væl, sigur hann. Um gongdin verður, sum hon er nú, væntar hann, at hol verður undir Vestmannasundi um ársskiftið komandi. Hvørjumegin við, vil hann tó ikki siga nakað um. Í skrivandi stund vísa tølini, at teir hava borað 62% av samlaðu tunnilslongdini.
Hann sigur, at teir eru komnir niður í somu flágirnar Leynamegin, sum teir eru í Vágamegin, og tær eru góðar at arbeiða við, láta teir at.
Norðmenninir, sum hava arbeitt við slíkum fyrr, siga seg eisini vera væl nøgdar við tilfarið, sum teir arbeiða í.
? Men sjálvandi kann okkurt stinga seg upp enn, sigur Dávur Reinert Hansen, og vil líkasum biða fólk taka tað eitt sindur róligt.
Hann sigur, at onkur smávegis leki hevur verið, sum teir so hava tett við at pumpa betong inn í rivurnar. Onkustaðni verður stoypt runt, sigur hann, men tað verður kortini ikki soleiðis, at allur tunnilin verður fóðraður við betongi.
Tunnilin fer at líkjast teimum føroysku tunnlunum, sum eru frammanundan. Ljós verður inni, sum verður heldur betri enn tað í Kollafjarðartunnlinum, greiðir stjórin frá. Kaðal til telefon og útvarp verður drigin igjøgnum, eins og útluftingin verður góð. Viftur, sum fara at syrgja fyri, at tað alla tíðina er frísk luft inni, verða allan vegin í gjøgnum tunnilin.
Tað lekur altíð eitt sindur ígjøgnum fjallið, sum vit síggja tað í øllum tunnlum í Føroyum. Hendan lekan fara fýra pumpur at beina burtur. Tær verða so stórar, at hvør teirra til einahvørja tíð klárar 50 prosent av tí leka, sum er. Tað vil siga, at tað altíð er dupultur pumpukapasitetur til tað, sum kann koma niður undan loftinum.