Ferðsla og rúsdrekka

Sera stórur partur av ferðsluvanlukkum, sum elva til fólkaskaða, henda av rúsdrekka. Tá ið talan er um álvarsamar fólkaskaðar, hevur rúsdrekka enn og størri leiklut. Og ferðsluvanlukkur, sum eru so álvarsamar, at fólk doyr, eru í einum út av fýra førum orsakaðar av rúsdrekka.

Sereyðkenni fyri ferðsluvanlukkur, sum henda av rúsdrekka eru:

? at tær henda um náttina

? at tær henda í vikuskiftinum

? at talan er um álvarsamar vanlukkur

? at bara ein bilur er uppi í, t. e. bilurin hjá tí drukna bilføraranum

? at menn hava skuldina og serliga ungir menn

? at bilførarin ikki nýtir bilbelti


Tá ið rúsdrekka eigur ein so stóran part av ferðsluvanlukkunum kundi verið áhugavert at vitað, hvussu nógvir bilar eru í ferðsluni, ið hava bilførara, sum er ávirkaður av rúsdrekka.


Kanningar eru gjørdar hesum viðvíkjandi, m.a. í norðurlondum. Hesar vísa, at tríggir av hvørjum túsund bilførarum, sum eru í ferðsluni, hava meiri enn 0,5 promillu av alkoholi í blóðinum. Fyri betri at skilja hetta, skal her verða gjørd ein roynd at flyta kanningaúrslitið til føroyska samfelagið. Latum okkum siga, at ein tilvildarligan dag, er triði hvør bilur í Føroyum úti í ferðsluni. Hetta eru einir 5700 bilar, og útfrá hesum tali, kunnu vit rokna okkum fram til, at einir 17 av hesum hava ein er bilførara, sum hevur drukkið somikið, at hann hevur meira enn 0,5 promilli av alkoholi í blóðinum.

Av hesum 17 vildu

? 6 koyrt í Havn

? 2 í Klaksvík, fýra í Eysturoy, ein til tveir í Norðurstreymoy, ein í Vágum, ein ella eingin í Sandoy og ein til tveir í Suðuroy. Havast skal í huga, at hetta eru miðaltøl, og allar royndir vísa, at verri er t.d í vikuskiftinum og tá serliga um náttina.


Nú vil onkur kanska siga, at tá ið bara 3 av 1000 bilførarum eru druknir, so ljóðar tað ikki av tí nógva. Men júst tað, at so fáir bilførarar kunnu volda so nógvan skaða, eigur at siga okkum eitt sindur um, hvussu vandamikið tað í veruleikanum er at koyra bil við rúsevnum í kroppinum.