Ferðsla og parkering

Sjúrður Olsen
Býráðslimur

Seinastu 4 árini er nógv gjørt fyri at betra um ferðslu- og parkeringviðurskiftini í býðnum. Arbeiðast má fram-haldandi fyri at betra enn meira um hesi viðurskifti.
Enn fleiri rundkoyringar skulu gerast. Arbeiði uppá Ytra Ringvegin eins og Glyvursvegin eigur at gerast liðugt, soleiðis at ferðslan kann verða meira javnað runt um í býnum.
Smærri parkeringspláss eru gjørd ymsa staðni í býnum, og skulu enn fleiri gerast,so parkeringsforboð kann verða sett á størri vegunum.
Við nýggja sáttmálanum er lætt at útbyggja bussleiðuna, so hon kann koma at virka enn betur í framtíðini.
Útbygt vegakerv og harvið betur ferðsluviðurskifti er nakað eg vil arbeiða fyri.