Hondbóltur
Stjørnan helt fast um oddasessin, tá Neistin kom á vitjan sunnudagin.
Undan dystinum var Stjørnan favorittur, og teir vóru eisini á odda allan dystin á tamb sunnudagin.
Men tað var nú tann stóri gulldámurin á spælinum fyrra hálvleik. Ferðin var ikki nøkur serlig, og bara 16 mál í 30 minuttir siga eisini nakað um, at talan ikki var serliga málsøkið spæl hesa løtuna.
Neistin fekk bara fimm mál undan steðginum, og hetta broyttist ikki tað heilt stóra fyrstu løtuna eftir steðgin.
Tá hevði Stjørnan hinvegin tikið annað skinn um bak, og fyri at rudda seinasta ivan av vegnum, buldraðu tær avstað alt fyri eitt.
Og so gjørdist talan hóast alt um ein hampuliga málríkan dyst. Men spenningur var tó ikki tað, sum áskoðararnir í Klaksvík fingu á degnum.