Lagt til rættis: Lív Hojsted Horsdal, horsdal@sosialurin.fo
--
Ferðaætlan:
Føroyar, Keypmannahavn, London, Los Angeles, Tahiti, Moorea, Rarotonga (Cook Oyggjarnar), Ný Sæland, Avstralia, Bali, Singapore, Maleisia, Teiland, London, Keypmannahavn og Føroyar.
Ferðalið
Navn: Maria í Brekkunum
Fødd: 24.04.85
Bústaður: Eiði
Navn: Sissal Djurhuus Poulsen
Fødd: 01.05.85
Bústaður: Tórshavn
Navn: Rannvá Øssursdóttir
Fødd: 08.10.85
Bústaður: Tórshavn
Navn: Lív Højsted Horsdal
Fødd: 18.03.85
Bústaður: Hoyvík
Ný Sæland
“Dagurin í dag hevur bara verið tann VILLASTI.
Vit vaknaðu við kaldan dreym í morgun á sera harða og ísafrysta grasinum, teltið hjá okkum stóð á. Vit runnu á vesið og fingu hitan við fønaranum. Ja, okkurt máttu vit gera.
Løtu seinni var morgunmatur á skránni. Maturin hjá okkum er enn ok, hóast hann hevur ligið í einum kassa í okkara SpaceShip. – Ein bilur, sum hevur alskyns hentleikar. Uttan likist hann einum rugbreyði, men innan er bæði dupultsong, køkur, dvd, fløguspælari, tvey sóltøk og um náttina kann bilurin gerast til eitt SpaceShip við klárum stjørnuhimmali. Men lika mikið við tí!...
Eftir morgunmatin fóru vit í mudbath - runubað og gosbað - har vit vórðu vaskaðar og skrubbaðar væl og virðiliga, hóast runa var allastaðni.
Vit sótu so fittar í heitum díki við runu upp um bæði oyru. Eg veit ikki, hvørjum vit liktust. Somuleiðis var eitt ísakalt bað á skránni. Spyr meg ikki hvi, men tað skuldi so eisini verða ein partur av njótanini. Eftir eitt heitt brúsubað - hesu ferð við sápu - sótu vit aftur í bilinum og hildu fram við okkara road trip.
Vit settu kósina móti Taupo, ein litil og hugnaligur býur í Ný Sælandi, sum tó er ov
nógv merktur av ferðavinnuni. Men til sakina... FYRI LÍTLARI LØTU SIÐANI HAVA VIT SKYDIVAÐ. Trúgv tí ella ei, men vit hava lopið úr einum propellflogfari úr einari hædd á 12.000 føtur. Ella fyri at gera tað lættari – so næstan fýra kilometrar frá jarðarflatuni. Tað var bara ov vilt!
Um vit skulu vera heilt erligar, so høvdu vit iiiiilt í búkinum áðrenn, men juumspiiiibaaang... nú hava vit gjørt tað. Vilt, vilt, vilt og aftur vilt.
Áðrenn vit fóru, skuldu vit útfylla eitt skjal og síðan skriva undir. Aftan fyri pappirið var ymiskt at lesa um trygdina og vandan. Og tá vit skrivaðu undir, kendist tað júst, eins og vit júst høvdu skrivað okkara testamenti. Men hvussu var og ikki, so sótu vit lítla løtu seinni í pinkulítla flogfarinum.
Eg hugsaði: Hví ólukkan siti eg her? Hvat er hetta gott fyri? Og hvat skal
eg prógva? Tað einasta svarið, eg kundi geva mær sjalvari var: Einki. Hetta gevur onga meining. Eg átti ongantíð at havt sett meg her í fullari mondering. Men har var eingin vegur aftur. Einasti vegurin niður aftur á jørðina var við høvdinum fremst út úr flogfarinum. Bókstaviliga í leysari luft.
Sissal var fyrsta 'offrið', og eg næst í røðini. Eg sá bara, hvussu grønari og grønari andlitið á henni varð. Hon rætti mær eina hond og sendi mær eitt undarligt eygnabrá, sum vildi hon siga: Takk fyri alt, hetta verður helst seinastu ferð, vit síggjast.
Við eitt fleyg hurðin upp á flogfarinum. Myndamaðurin hekk nærum í leysari luft, men krøkti seg í okkurt uttan á flogfarinum. 1-2-3 so hoyrdi eg eitt rimmar skríggj, og so var Sissal horvin út í luftina. Og áðrenn eg visti av, var tað eisini min túrur. Eg fekk ikki tíð til at hugsa nakað sum helst. Eitt visti eg tó, og tað var, at áðrenn eg leyp, skuldi eg royna at anda inn so djúpt, sum eg kundi, so eg kundi halda ondini nog leingi, um tað fór at gerast ein trupulleiki at anda á túrinum. TJUBAAANG...so fór eg út. Runt, runt og runt og so við 250 kilometrum um timan niður aftur. Myndamaðurin royndi at fáa meg at vinka til tólið og tjums - 45 sekund seinni - fóru vit upp aftur.
Ljósareyði fallskermurin var komin út og riggaði. YES... nú var eg ikki so bangin longur, so seinastu 8 minuttirnar av turinum royndi eg bara at njóta framur vakra utsýnið, sum braðliga lá framman fyri mær. Eg sá næstan alt Ný Sæland í einum.
Ná, men løtu seinni vóru vit allar longu niðri aftur. Eingin trupulleiki var at lenda við rumpuni fremst niður á grasið. Vit ímyndaðu okkum annars frammanundan, at beinini fóru at brotna av, tá vit skuldu lenda. Um vit altso nakrantíð fóru at koma niður aftur í heilum líki. Men eingin trupulleiki, sigi eg bara nú, vit í besta lag sita og drekka moccachino á einari café.
Eitt upplivilsi fyri lívið og allar tær 1400 krónurnar, sum tururin kostaði, verdar.
Sydney
“Flogtururin til Sydney var ikki serliga góður. Vit hugsaðu nógv um flogvanlukkuna hja Atlantsflog fyri fúum døgum síðan og vóru eitt sindur bangnar. Tað, at tað somuleiðis rullaði illa, og at utluftingin ikki var í lagi, gjørdi ikki túrin frægari. So glaðar vóru vit, tá flogfarið í øllum goðum lendi á nútimans flogvøllinum í Sydney.
Vit bugva á einum ’funky’ vallaraheimi mitt í býnum. Folkini eru vinalig og ’no worries’-mentanin setir sin dam á gerandisdagin her, hóast vit eru í einum storbýi.
Í dag hava vit verið ein tur í býnum og sæð Harbour Bridge og Operahusið. Eisini vóru vit eina løtu á einum japanskum festivali og í einum kinesiskum garði við blómum, trøum og djórum. Sjalvur garðurin var ikki so spennandi, so tá ein maður beyð okkum at læna kinesiskar bunar í ein halvan tíma, vóru vit lættar at lokka. í fullari ’mondering’ gingu vit í skellilatri runt í garðinum og spældu dólgar og tóku myndir í hopatali. Ikki høvdu vit væntað, at vit skuldu fara til Sydney at spæla kinesarar.
Tá vit troyttar komu heim úr býnum, fóru vit at faa okkum at eta. Rís, pasta, tun, bønir og egg stóð sum altíð á matarskranni. Men Sissal mundi pissað í buks, so fyrst av øllum lupu vit inn á vesið fyri menningartarnað, sum liggur beint við síðuna av móttøkuni. Eg lovaði at halda í taskunum og matinum, meðan hon pissaði. Løtu seinni fleyg hurðin upp, og við buksunum niðri á øklunum skríggjaði Sissal sum ongantíð áður. Ein tann lekrasti drongurin, vit higartil hava sæð, stóð við dyrnar. Eg fekk einki gjørt við fullum føvningi, og orðini stóðu føst, so eg byrjaði bara eisini at skríggja. Drongurin stóð stillur eina løtu og tóktist at vera enn meira ørkymlaður enn vit. Hann smekkaði hurðina aftur, og vit brustu út ur at flenna. Síðan tá hava vit tíbetur ikki sæð hann aftur.