Nú verður farið undir at endurskoða útbugvingarnar til lærara og til pedagog á Fróðskaparsetrinum. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í undirvísingarmálum. Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu tað gongur við arbeiðnum at eftirmeta læraraútbúgvingina.
Hon sigur, at læraraútbúgvingin hevur alstóran týdning fyri fólkaskúlan, sum er ein av grundsúlunum í samfelagnum, og er fortreyt fyri framtíðina hjá børnum okkara og tí eisini samfelagnum øllum.
Tað er Jenis av Rana samdur í, men hann leggur afturat, at eisini útbúgvingin til pedagog hevur alstóran týdning, og tað er eisini ein av grundsúlunum í samfelagnum. Tí verður tað ikki bara lærararaútbúgvingin, sum verður eftirmett, men eisini pedagogútbúgvingin.
Landsstýrismaðurin sigur, at arbeiðssetningur fyri eftirmetingina er liðugur og ein uttanhýsis serfrøðingabólkur er við at verða mannaður til endamálið.
Serfrøðingabólkurin fer til verka beint eftir summarfrítíðina, og arbeiðið fer væntandi at halda fram til vit nærkast sumri inæsta ár, tá ein frágreiðing og tilmæli um broytingar, verða lagdar fram.