Fer Neistin at endurtaka bragdið?

Seinast Neistin var á vitjan hjá VÍF í Vestmanna, vunu teir tryggan sigur. Nú er spurningurin, um neistamenn fara at endurtaka bragdið frá grundspælinum

Sunnudagin tekur VÍF ímóti Neistanum í Atlantic Airways deildini hjá monnum. Undan dystinum liggja vestmenningar á ovasta plássi, meðan Neistin er dottið heilt niður á fimta plássið. Um teir ætla sær at spæla við um pláss í FM-finaluni, so skulu teir helst vinna dystin ímóti VIF sunnudagin.
Gongdin hjá VÍF hevur ikki verið so galin í endaspælinum. Teir vunnu fyrsta dystin ímóti StÍF, áðrenn teir fingu ordans striku í rokningina, tá teir taptu ímóti KÍF í Kollafirði. Síðsta vikuskiftið bragdaði tó aftur, tá teir vunnu stórt á H71.
Hevur gongdin verið góð hjá vestmenningum, so hevur hon verið alt annað enn góð hjá Neistanum. Teir hava enn einki stig fingið í endaspælinum, har teir hava tapt fyri ávikavist KÍF, Kyndli og StÍF. Um Neistin ætlar sær at spæla við um heiðursmerki, so skulu teir helst royna at fáa gond á spælið sum skjótast, tí nú byrjar tíðin at styttast.
Neistin hevur tó grund til at hava vónir undan dystinum í Vestmanna, tí seinast hesi bæði liðini møttust í Vestmanna, vann Neistin tryggan sigur. Hesin dysturin var í grundspælinum, og nógv er broytt síðani tann dystin. Men kanska hetta verður tíðin, har Neistin fer at fáa vent gongdini. Hjá vestmenningum ræður hinvegin bert um at halda góðu gongdini, tí teir stevna beint ímóti meistaraheitinum.