Fer nú út um føroyska marknaðin

Jákup í Stórustovu er nú eisini farin undir virksemi í hinum norðanlondunum. Higar til við uppgávum úr Hollandi, Onglandi og Týsklandi

Fótbóltur

Einasti føroyski spælaraumboðsmaðurin, Jákup í Stórustovu, tykist nú spakuliga vera við at fáa veruligt fótafesti á marknaðinum. Síðani hann fyri fýra árum síðani fór undir virksemið sítt við North Atlantic Football Agency – NAFA, hevur virkisøkið mest sum einvíst verið at fáa føroyskar spælarar uttanlands at royna seg. Og hóast hetta enn er bulurin í arbeiðinum, so váttar Jákup, at boð eisini hava verið eftir sær uttanlands.
- Í heyst havi eg havt onkrar uppgávur fyri útlendsk feløg. Hesi hava verið úr Onglandi, Hollandi og Týsklandi, og hava hesi biðið meg tosað við ávísar norðurlendskar spælarar fyri seg.

Virksemið økist
Fyrstu árini, sum hann hevur virkað á marknaðinum, hevur Jákup fyri tað heilt nógva nýtt tíðina til at skapa sær eitt breitt kontaktnet. Tann parturin er nú komin í fasta legu, og sjálvur heldur Jákup eisini, at økta virksemið er ein náttúrligur liður í menningini av virkinum.
- Vit hava arbeitt við ætlanum um at styrkja um felagið. Bæði hvat kapatali og arbeiðsmegi viðvíkur, og tað samsvarar sjálvandi væl við økta virksemið.
Men merkir hetta so, at tú er í ferð við at sleppa føroyska marknaðinum?
- Als ikki. Har henda eisini fleiri ting alla tíðina. Nú um dagarnar fekk Adrian Cieslewicz sáttmála í Onglandi, og eisini eru vit í dialogi við onnur feløg um einstakar spælarar, so vónandi verður meira at frætta tann vegin í næstum.

Eitt nýggjársynski
Europiski transfer-marknaðurin letur upp aftur tann 1. januar, og tí er lítið at ivast í, at aktiveturin innan spælarahandlar er serliga stórur í løtuni. Tað ásannar Jákup eisini, men tó at høgtíð skal haldast og spælarar skulu seljast, so hevur hann tó stundir at senda eitt lítið nýggjársynski.
- Tað hevur so ikki gjørt tað lættari, at fleiri av fremstu føroysku spælarunum hava verið skaddir. Kann tann parturin verða øðrvísi í ár, so hevði tað ivaleyst gjørt lívið lættari hjá bæði spælarunum og mær, sigur hann hálvgum smílandi.