Á ferð millum guerillair og ránsmenn

22 ára gamli Eyðun M. Thomsen byrjar sunnudagin eina mánaðar langa ferð sum kulminerar við koyring á prutli úr Peru umvegis Bolivia til Paraguay. Nógvir vandar eru á ferðini, men hugurin at ferðast vinnur á óttanum fyri vandum á leiðini

At liva er at ferðast!

Tað er so satt sum tað er sagt fyri Eyðun Müller Thomsen, sum hóast bert 22 ára gamal longu hevur ferðast víða um í heiminum.

Og nú stendur hann so framman fyri enn einari áhugaverdari og ikki minst spennandi ferð til Suðuramerika, sum heldur ikki er heilt vandaleys.

- Hetta er ikki ein vanlig fjakkaraferð. Talan er heldur um eina yvirlivilsis verkætlan, sigur Eyðun Thomsen.

Í stuttum gongur ferði út upp á at koyra á motorsúkklu við vongi afturúr úr Peru umvegis Bolivia til Paraguay.

- Tað er eitt kent felag, sum nevnist The Adventurists, ið skipar fyri ferðum runt um í heiminum. Hóast talan er um eitt kent felag, eru tað kortini ikki so mong í norðanlondum, sum hava hoyrt um tað, sigur Eyðun Thomsen.

Sjálvur kom hann at kenna felagið tá hann hjoyrdi um eina líknandi ferð, sum byrjaði í Onglandi og endaði í Mongolia.

- Felagið skipar fyri mongum ymiskum ferðum frá og til mong ymisk lond. Hetta er so fyrsta ferðin, at skipa verður fyri ferðum í Suðuramerika, sigur Eyðun Thomsen.

Talan er um tríggjar ymiskar rutur. Ein gongur gjøgnum Brasilia og inn um markið til Paraguay. Ein gongur gjøgnum Chile inn í Paraguay og hin triðja – sum Eyðun og hollendski makkari hansara hava valt – gongur sum nevnt umvegis Bolivia til Paraguay.

Fleags fyri alla ruturnar er, at tær byrja Í Lima í Peru og enda í Asuncion í Paraguay.

 

Stórur áhugi

Tað ræður um at vera til reiðar at melda til, tí áhugin fyri at sleppa hesar ferðirnar er so ovurhonds stórur.

- The Adventurists kunngera framman undan, nær tilmeldingin letur upp, og so ræður um at vera klárur. Tað ganga bert fáir minuttir frá tí at latið verður upp fyri tilmelding, til fullteknað er, sigur Eyðun M. Thomsen.

Sjálvur var hann klárur, og tað eydnaðist honum og hollendska vinmanninum, Joey Clarkson úr býnum Nijmegen, at gerast eitt av teimum 60 »pørunum«, sum sluppu gjøgnum nálareygað.

Nú er hetta felagið sum nevnt ikki so kent í norðanlondum, men tað sigur eitt sindur um stóra áhugan, at Eyðun Thomsen er einasti norðurlendingur, sum slapp við til túrarnar í ár.

Makkaran á ferðini hitti Eyðun á ein av sínum mongu túrum runt um í verðini.

- Vit hittust í fronsku Alpunum á fjør vetur, og gjørdu av at fara at royna at sleppa við hendan nýggja túrin í Suðurameriku, sigur Eyðun Thomsen.

Hann fer longu avstað úr Føroyum nú sunnudagin til Keypmannahavnar, har hann steðgar á eina viku, áðrenn leiðin gongur víðari til Santiago, høvuðsstaðin í Chile, har teir skulu halda til í ein lítlan mánað.

- Vit skulu venja okkum við veðurlagið og annars fyrireika okkum til ferðina, sum byrjar 24. oktober, sigur Eyðun M. Thomsen.

 

Ófyrireikað

Og tað er nakað at fyrireika seg upp á, tí einki er lagt til rættis framman undan.

- Tað er meiri ella minni: Her er rutan, gerið so væl! So mugu vit sjálvir leggja ferðina so til rættis, at vit alla tíðina náa til næstu bensinsølustøð. Tað verður ein av stóru avbjóðingunum, sigur Eyðun Thomsen.

Talan verður sostatt um at koma frá A til C umvegis B, og so er tað upp til luttakararnar sjálvar at syrgja fyri, at teir klára hetta.

- Vit fáa eina motorsúkklu við páhangsvogni, eina sokallaða Tuktuk. So skiftast vit at koyra, meðan hin situr í vogninum aftan fyri og hvílir seg, sigur Eyðun Thomsen.

Fyrireikingin liggur í stóran mun í at kanna rutuna gjølla og finna eina leið, har møguligt er at fáa brennievni á motorsúkkluna. Eitt annað er, at finna eina so trygga leið gjøgnum Andesfjøllini, sum til ber.

- Tað er jú ein kend sak, at tað ikki er so friðarligt allastaðni í Suðuramerika. Vit kunnu jú í ringasta føri møta guerillahermonnum ella gemenum ránsmonnum, sigur Eyðun Thomsen.

Tað er sjálvandi nakað, sum hann hugsar um, men – sum hann sigur – so er spenningurin og longsulin efrtir at ferðast og uppliva størri enn óttin fyri, at nakað ófrættakent skal henda teimum á vegnum.

- Eg elski at ferðast, staðfestir Eyðun Thomsen.

Tað er nú áleið eitt hálvt ár síðani teir meldaðu til, so teir hava havt rímiliga góða tíð at fyrireika seg mentalt til ferðina.

 

Verja móti sjúkum

Ein partur av fyrireikingunum er at taka koyrikort til motorsúkklu, ein annar partur er at útvega sponsorar til ferðina.

- Eg havi tikið koyrikortið hjá Førarasetrinum, sum eisini hava stuðla mær í hesi ferðini, sigur Eyðun Thomsen.

Og stuðul er rættiliga neyðugur, tí annars skal peningurin koma úr egnum lumma, og tað er ikki altíð bara sum at siga tað.

- Tað er soleiðis, at vit sjálvir skulu fíggja ferðina, og harumframt skulu vit eisini útvega sponsorar til eina upphædd á túsund pund, sum fer til eitthvørt vælgerandi endamál, sigur Eyðun Thomsen.

Eisini Eyðun Thomsen og Joey Clarkson skulu útvega hesi túsund pundini (umleið 8.500 krónur) og velja ein vælgerandi felagsskap at lata peningin til.

Og teir báðir hava valt felagsskapin Operation Smile, sum hevur til endamáls at hjálpa børnum í Suðuramerika at liva eitt betri lív.

- Annars er tað ikki tann stóra pakkingin, ið skal til fyri at verða við á hesum túrinum.

Tað er ein lítil ryggsekur við tí allarmest neyðuga og eitt tjald, og so avstað, sigur Eyðun Thomsen.

Eitt annað, sum er alneyðugt, áðrenn farið verður at ferðast í fremmandum og øðrvísi londum, eru vaccinatiónir av øllum handaslag.

- Eg havi fingið fimm ymsar sproytur fyri alt møguligt, umframt eina rúgvu av tablettum, sum eg havi tikið fyri at verja meg móti øllum teimum ókendu sjúkum á okkara leiðum, sum vit kunnu koma út fyri undir øðrum himmalhválvum, sigur Eyðun Thomsen.

Hinvegin hevur ikki verið neyðugt hjá honum at útvega sær visa.

- Tað er ikki neyðugt fyri at ferðast á hasum leiðum, sigur Eyðun Thomsen.

Tríggjar vikur

Sambært Eyðuni Thomsen eru stóru miðlarnir í Onglandi sera áhugaðir í hesum túrunum.

- Í fjør fylgdi BBC TV við einum av hesum túrunum, og gav síðani sendingina út á einari DVD, og tað var sera væl móttikið, sigur Eyðun Thomsen.

Hann velur at fokusera upp á tað positiva, og nú hann fer avstað úr Føroyum sunnudagin, er hann so væl fyrireikaður, sum tilber.

- Familja og vinir hildu meg vera skít svakan, tá eg hevði meldað til, men tey hava nú góðtikið hetta, sigur Eyðun Thomsen.

Teir báðir skulu koyra einar 3000-4000 kilometrar gjøgnum Andesfjøllini, men kortini er ferðin sett til at taka ikki meiri enn tríggjar vikur.

Felagið, sum skipar fyri, hevur sjálvandi royndarkoyrt rutuna, og teir hava síðani ásett tíðina. Men sjálvandi kann ferðin fara at taka nakað longri tíð, tað veldst alt um, hvussu umstøðurnar verða.

Regntíðin er byrjað, og tað kann hava stóra ávirkan á ferðina, og tí mugu teir báðir verða fyrireikaðir upp á glopraregn, kavvastorm ella stóra vindmegi.

- Veðrið er ógvuliga óstøðugt hesa ársins tíðina, so vit eru fyrireikaðir upp á alt, sigur Eyðun Thomsen.

Túrurin gjøgnum Andesfjøllini er ikki bara sum at siga tað. Bara tað at koma vegin fram til Santiago í Chile krevur sín mann.

- Eg flúgvi úr Keypmannahavn til París og hagani til New York áðrenn leiðin gongur til Santiago í Chile. Hetta er ein túrur, sum tekur 22 tímar, sigur Eyðun Thomsen.

Tað er meðan ein er ungur, at ein skal ferðast og uppliva, og tíðin nú er hin rætta, heldur 22 ára gamli Eyðun Müller Thomsen.

Meiri kann lesast um ferðina á www.mess.fo/tuktuk.

Tey, ið vilja stuðla tiltakinum, kunnu flyta pening á konto hjá Eyðun Müller Thomsen í Eik Banka 9181 4270683