Ferðmátingar góvu fong

Um vikuskiftið hevur politiið verið úti á vegunum í Eysturoynni og Streymoynni og kannað ferðina hjá bilum. Tilsamans vóru átta mál við klippum í koyrikortið og onkur treytað frádøming eisini. Ongin bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning.