Hondbóltur
Eftir at teir fyri viku síðani meldaðu seg aftur í stríðið um FM-finaluplássini, tá teir vunnu á Neistanum, tveittu strandingar mest sum allan vinningin fyri borð, tá teir vitjaðu í Kollafirði í gjár.
KÍF hevur annars í fleiri førum víst, at teir væl og virðiliga kunnu bjóða teimum fremstu av, men í avgerandi løtunum hava kollfirðingarnir ikki verið nóg neyvir, og tí hava teir mest sum sum ongan leiklut havt í landskappingini.
Kanska var hóskvøldið vendipunktið hjá KÍF í so máta. Við at basa Neistanum í Havn fekk liðið prógvað fyri sær sjálvum, at dystirnir kunnu vinnast, hóast nógv stendur á, og hetta sjálvsálitið fylgdi teimum eisini sunnudagin.
Og tað gav eisini at bíta seinastu løtuna av dystinum. KÍF hevði annars verið á odda fyri tað allarmesta, men við bara fimm minuttum eftir hevði StÍF strítt seg framum við einum máli. Seinastu løtuna av dystinum vann heimaliðið tó 3-1, og so kundu teir frøast um bara næsta sigurin í landskappingini.
Á talvuni hevði sigurin kanska ikki so nógv at siga fyri KÍF, men kunnu teir byggja víðari upp á hetta, er steypafinalan væl og virðiliga heilt nær.
Hjá strandingum merkti tapið hinvegin, at teir nú aftur er langt frá finaluplássinum, og við stórtapinum í fyrru hálvfinaluni í tonkunum er tí líkt til, at talan nú kann verða um fyrsta kappingarárið í 11 ár, har einki heiðursmerki verður hongt um teir.
Fakta um dystin
KÍF-StÍF 21-20 (10-6)
10 min: 5-3
20 min: 7-4
40 min: 13-11
50 min: 17-17
Málskjúttar
KÍF: Ási Dam 9(2), Pætur Johansen 3, Rógvi Weihe 2, Teitur Joensen 2(1), Suni Johannesen 2, Andreas Nielsen 1, Niklas Reginsson 1, Jákup Trúgvason 1
StÍF: Sveinur Justinussen 5, Mortan Hansen 3, Rúni Johansen 3(3), Bárður B. Danielsen 2, Hávardur Trúgvason 2, Pauli G. Hansen 2, Cristian Prede 1, Borgar Danielsen 1, André F. Danielsen 1
Brotskøst: KÍF 4, StÍF 4
Útvísingar: KÍF 3, StÍF 4
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg









