Ferðirnar geva samanhald

Fiskavirkið Tavan arbeiðir í tveimum vaktum seks dagar um vikuna alt summarið. Av tí at starvsfólkið ikki hevur møguleika at uppliva summarið í Føroyum, hava tey fleiri ferðir verið uttanlands og ferðast


Tavan í Leirvík er eitt av teimum fiskavirkjum, sum arbeiðir sera nógv. Tey arbeiða so gott sum altíð í tveimum vaktum.
- Vit royna at skapa so góðar karmar sum møguligt. Vit hava eina hugnaliga kantinu, og vit hava prýtt veggirnar í bæði kantinuni og í gongini við málningum, sigur Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni.
Í umleið 3 ár hevur Tavan haft ein massør tilknýttan virkinum. Starvsfólkini hava møguleika at fáa massasju í arbeiðstíðini.
- Starvsfólkini eru øðiliga glað fyri møguleikan, og fleiri siga okkum, hvussu væl tað hjálpir, sigur Joen Magnus Rasmussen og heldur fram:
- Vit rokna eisini við, at spara fleiri sjúkudagar á tann hátt.
 
Uppliva summarið
- Av tí at vit arbeiða seks dagar um vikuna alt summartíðarskeiðið, sleppa starvsfólk okkara ikki at njóta summarið í Føroyum. Av tí sama eru vit nøkur ár farin uttanlands at ferðast við starvsfólkinum, sigur Joen Magnus Rasmussen.
Eitt árið hava tey verið í Danmark, eina aðru ferð hava tey verið í Prag og í ár vóru tey í Eysturríki.
- Størsta orsøkin til, at vit fara hesar túrarnar, er, at starvsfólkið ikki upplivir summarið í Føroyum. Men tað er eisini fyri at samansjóða fólkið, greiðir Joen Magnus frá.
- Vit hava tilvitað valt at fara busstúrar, har vit øll eru nógv saman. Á tann hátt koma vit at kenna hvønn annan á ein heilt annan máta. Vit hava avgjørt merkt, at samanhaldið er vorðið betri, tí man lærir hvønn annan nógv betur at kenna.
- Tað vit vóna at uppnáa, er at fólkið verður verandi longri. Eg haldi avgjørt eisini at nøgd arbeiðsfólk geva meir.