Hóast tað resta tólv umfør í næstbestu fótbóltsdeildini, so sigur stigatalvan, at tað er ógvuliga sannlíkt, hvørji liðini verða, sum fara at flyta upp, og hvørji liðini verða, sum fara at flyta niður.
Í gjár var fimtanda umfar. Tá tapti nummar trý ímóti nummar tvey, og tá tapti nummar níggju ímóti nummar átta. Tí er tað nú meiri upplagt, at tað verða EB/Streymur og 07 Vestur, sum fara at flyta upp, og at tað verða B71 og AB, sum fara at flyta niður.
07 Vestur vann 2-1 í Gundadali ímóti Giza Hoyvík. Tá ið hálvur tími var farin, vóru gestirnir frammanfyri 2-0. Sigtír A. Petersen setti hol á við rimmar frísparki eitt sindur úr høgru, og Torstein Mýlingstind økti um 07 Vestur leiðsluna við stútara eftir langt innkast. Lítla løtu undan leikloki minkaði Karl Martin Danielsen um munin. So spentu heimamenninir álopsbogan, og tað var um reppið, at tað eydnaðist at javna.
Tølini siga, at tað var stórur munur á, tá ið toppliðið hevði vitjan av botnliðnum. EB/Streymur vann 4-0 á AB. Tá ið hálvur tími var farin, var støðan 3-0, og harvið var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
Klaksvíkingar vóru væl mannaðir í Vági. Á listanum vóru eitt nú Dávid Langgaard, Niels Pauli Danielsen og Tórur Justesen, sum vóru á vøllinum alla tíðina. Kortini fóru gestirnir krøktir úr aftur Vági. FC Suðuroy lyfti seg við 1-0 sigri upp á bronsuplássið. Einsamalli málskjúttin var Eiler Brattalíð, sum skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Tað var øgiligt skrædl, tá ið B71 vitjaði í Leirvík. Víkingur vann 7-0, og harvið eru tað tíggju stig frá sandoyingum og fram til næstbesta Víkinga liðið. Eftir fyrra hálvleik var støðan 1-0. Stóri maðurin á heimaliðnum var Hans Jákup Lervig, sum skoraði reint hattrikk upp á tjúgu minuttir.
Víkingur-B71 7-0 (1-0)
1-0: Tonni Thomsen 24.
2-0: Hans Jákup Lervig 56.
3-0: Hans Jákup Lervig 60.
4-0: Hans Jákup Lervig 75.
5-0: Magnus Heinason 80.
6-0: Elias Lervig 87.
7-0: Sunnvar Hansen 89.
EB/Streymur-AB 4-0 (3-0)
1-0: Jóhannes Hansen 2.
2-0: Rógvi E. Nielsen 22.
3-0: Andras Olsen 31.
4-0: Ragnar Danielsen 86.
Giza Hoyvík-07 Vestur 1-2 (0-2)
0-1: Aigtór A. Petersen 6.
0-2: Torstein Mýlingstind 31.
1-2: Karl Martin Danielsen 88.
FC Suðuroy-KÍ 1-0 (0-0)
1-0: Eiler Brattalíð 63.
http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=50
Sekstanda umfar
Leygardagin 25. juni
KÍ-EB/Streymur
NSÍ-FC Suðuroy
07 Vestur-Víkingur
HB-B71
AB-Giza Hoyvík