Hetta er fimta árið á rað, at eitt føroyskt Rynkeby-lið súkklar til París. 49 súkklarar og 11 hjálparfólk eru í ferðalagnum, sum fór úr Føroyum í nátt við Norrønu.
Føroyska liðið kemur til Hirtshals í morgin, og haðani verður súkklað til Aalborg. Næsti teinur, sum er úr Vejen í Jútlandi til danska marknabýin Padborg, verður súkklaður sunnudagin.
Súkklað verður hvønn dag, til liðið kemur til París leygardagin í næstu viku. Tilsamans skal føroyska liðið súkkla einar 1.300 kilometrar.
Føroyska Rynkeby-liðið varð sett á stovn í 2013. Árið eftir súkklaði fyrsta føroyska liðið til París, og síðani hava føroysk Rynkeby-lið súkklað til París á hvørjum ári.
Endamálið er at savna inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum og til familjur teirra. Higartil hevur føroyska liðið savnað omanfyri fýra milliónir krónur.
Peningurin er farin í ein grunn, sum Krabbameinsfelagið umsitur.