Tíðindaskriv
Nevndin í Heilafelagnum hevur avgjørt at taka stig til hetta tiltak aftur. Avgjørt er, at verður undirtøka, fara vit til Gjáar vikuskiftið 3. til 5. septembur.
Hesin túrur er eitt gott høvi hjá raktum og avvarandi at møtast. Her kunnu vit í hugnaligum umhvørvi vera saman eitt vikuskifti til gaman og álvara.
Ein partur av tiltakinum er ætlað til at viðgera felags áhugamál og til at stuðla hvørjum øðrum. Fyrraparturin leygardag er ætlaður til at arbeiða við viðkomandi evnum, og um kvøldið verður veitsla.
Brøv til limirnar við upplýsingum um tilmelding v.m. verða send út síðst í juli mánaða.
Vónandi verður undirtøkan eins góð og hini árini.










