Ferðin sett niður

Nýggj tøl hjá donsku ferðslumyndugleiknum vísa, at danskir bilførarar koyra ikki so skjótt longur

Fyrr í ár fingu danir loyvi at koyra 130 kilometrar um tíman á summum vegateinum, og tølini vísa, at tað hevur eftir øllum at døma gjørt, at nú eru tað færri, sum koyra við ímillum 140 og 180 kilometra ferð, skrivar Politiken. Verður hugt at teinunum, har hámarksferðin er 110 kilometrar um tíman,. eru brotini á hámarksferðina minkað meiri enn 60 prosent samanborið við í fjør.

Danska løgreglan hevur gjørt serliga nógvar ferðkanningar í ár, og tað hevur eisini givið úrslit. Higartil í ár hava 18.000 fólk fingið bót fyri at koyra ov skjótt, og tað er tvær ferðir so nógv sum undanfarin ár. Løgreglan sigur, at átakið ímóti teimum, sum koyra ov skjótt, heldur fram næsta ár.