Jules Verne, ið eins og Dickens livdi í farnu øld, er óivað eins væl kendur og Dickens, hevur skrivað Ferðina inn í miðjuna á jørðina. Verne verður hildin at vera faðir at sience-fiction søgunum, t.e. spennandi nú- og framtíðarsøgur, ið gera nógv burtur úr møguligari og ómøguligari tøkni og vísindum. Framsíggin hevur hann verið, tí nógv av tí, hann tá skrivaði, og fólk hildu vera óhugsandi, er seinni vorðið veruleiki, t.d. at ferðast upp á mánan og sigla kring jørðina í kavbáti. Sjálvur skrivaði hann fyri 100 árum síðan um sínar fantastisku ferðabøkur: »Alt, sum fólk eru før fyri at ímynda sær, fer onkur annar at vera førur fyri at gera til veruleika«.
Men hóast ferðin inn í miðjuna á jørðini hevur ein vísindamann sum ein av høvuðspersónunum og nógvir álítandi upplýsingar eru í bókini, so fer ongin kortini at gera Lindenbrock professara og teimum ferðina eftir. Teir fara niður í Snæfellsjøkul í Íslandi og ætla sær inn í miðjuna á jørðini? - og meira skal ikki verða sagt her, uttan at hetta er ein hin mest spennandi bókin hjá Jules Verne. Áður hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags givið út 4 bøkur hjá Jules Verne: Hin loyndarfulla oyggin 1963, Kring jørðina í kavbáti 1963, Frí í tvey ár 1993 og Kring jørðina í 80 dagar 1995.
Ferðin inn í miðjuna á jørðini er o.u. 240 bls. og kostar kr. 138. Bókin er umbrotin, prentað og heft á Pf. Einars Prent.