Týsdagin sluppu teir umleið 85 føroyingarnir, sum vóru við ferðalagnum hjá Ferðslutrygd í Trollhättan í Svøríki, at royna nógv umrøddu Null-hugsjónarbreytina.
»Nollvisionsslingon«, sum sviar nevna hesa breytina, er eitt 40 km langt vegastrekki, har stórur dentur er lagdur á at gera vegin so ferðslutryggan, sum til ber.
Talan er um samstarv millum land og kommunu, millum svenska ráðið fyri ferðslutrygd, Saab-bilaverksmiðjuna o. o.
Aðalmálið við Null-hugsjónini er, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Tí verður stórur dentur lagdur á at arbeiða fram móti hesum máli.
Sviarnir, ið greiddu okkum í ferðalagnum frá, søgdu, at tað sjálvsagt er trupult at náa hesum máli, men at tað eisini er sera umráðandi, at vit náa broytingum fram móti málinum.
Við hesi stevnu í huga, er null-hugsjónarbreytin gjørd. Henda breyt er vanligur koyrivegur, sum gongur bæði gjøgnum bygt og óbygt øki, gjøgnum fjølbygt og minni fjølbygt øki.
Við null-hugsjónini verður t. d. staðfest, at stórur skaði stendst av, tá bilur verður ákoyrdur frá síðuni við ferð hægri enn 50 km/t.
Tí skal ikki koyrast meira enn 50 km/t gjøgnum krossvegir.
Eisini er staðfest, at fólk, sum verða ákoyrd av bili, sum koyrir 50 km/t ella meira í allar flestu førum doyggja, meðan fólk, ið verða ákoyrd av bili, sum koyrir 30 km/t fáa »smærri« skaðar.
Tí skal ikki koyrast meira enn 30 km/t har fólk og bilar ferðast á somu breyt.
Tað er eisini staðfest, at stórur skaði stendst, tá bilar renna frontalt saman, tí er gyrðing gjørd millum koyribreytirnar, so bilarnir ikki kunnu renna frontalt saman.
Alt hetta ger, at bilførarin má vera árvakin, tí á null-hugsjónarbreytini eru ferðaavmarkingar upp á 30, 50, 70 og 90 km/t. Fyri at hetta ikki skal verða nakar trupulleiki, hevur Saab-verksmiðjan gjørt eina skipan, bygd á GPS-fylgissveinaskipanina, sum ger, at bilurin »veit« hvør hægst loyvda ferðin er. Hetta merkir bilførarin við, at spitarin gerst trekur, tá ferðin ferð upp um hægst loyvda markið.
Nakrir royndarbilar hava fingið hesa skipan ísetta, og koma fólk nú úr heiminum øllum til Trollhättan í Svøríki at royna bilarnar á Null-hugsjónarbreytini.
Tað er langt síðani prógvað, at ferðin drepur. Tí skal tilpassast umhvørvinum, og umhvørvið tilpassast ferðsluni.