Formaðurin í vápnaeftirlitsliðinum hjá ST, sviin Hans Blix, tekur ikki av innbjóðingini frá iraksku stjórnini um at koma til Bagdad at tosa um, hvussu eftirlitið kann takast uppaftur.
Hans Blix sigur, at hann fer ongan veg, fyrr enn Saddam Hussein, forseti boðar frá, at hann er til reiðar at lata ST-eftirlitsmenninar taka arbeiðið uppaftur uttan forðingar.
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hevur sagt, at talan verður ikki um at senda eftirlitsmenn aftur til Irak undir teimum treytum, sum stjórnin í Bagdad hevur lagt við.










