- Eftir neyva umhugsan í seinastuni, havi eg gjørt av at afturkalla stevningina og steðga málinum, soleiðis at uppáhaldið um, at grindalógin er ógildug, ikki verður roynt í Landsrættinum. Uppáhaldið snúði seg um, at víðfevndar inntrivsheimildir hjá politinum eru settar inn í eina føroyska grindalóg, hóast politiið er danskt málsøki, og lóggávumyndugleikin tískil er fólkatingið.
Tað sigur Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum, í tíðindaskrivi í kvøld.
Hann vísir á, at tað eru fyrimunir og vansar við at steðga hesum máli í dag, men út frá einari heildarmeting heldur hann, at tað er ein røtt avgerð.
- Hóast málið um grindalógina bleiv burturvíst í Føroya Rætti tann 2. mai í ár, og tí ikki varð viðgjørt innihaldsliga í rættarskipanini, haldi eg, at hetta mál hevur varpað ljós á nøkur týdningarmikil og grundleggjandi virðir, sum føroyska samfelagið eigur at byggja sín grundvøll á. Nevnliga á fólkaræði og rættartrygd.
Hann leggur dent á, at hesi virði eru alneyðug at røkja, og borgarin í Føroyum er eisini glaður fyri, at ljós verður varpað á hesi viðurskifti, hóast borgarin ikki gevur tað til kennar alment.
Henrik Weihe Joensen vísir á, at í hesum sambandi hevur málið um, hvørt grindalógin skal roynast í rættinum ella ikki, eisini varpað ljós á, at myndugleikar skulu umsita sítt vald við ábyrgd og varsemi.
Í hesum førinum merkir tað, sigur hann, at lógir ikki skulu skrumblast ígjøgnum løgtingið, men at atlit skulu takast til rætta lóggávumyndugleika í ávíkavist yvirtiknum- og felagsmálum – antin løgting ella fólkating – og at rættir hoyringspartar verða inndrignir í lógararbeiðiðsoleiðis, at bland ikki kemur í valdsbýtið.
- Eg eri av tí fatan, at myndugleikar í komandi tíðum verða meira árvaknir og at sær komnir í samband við lóggávusmíð. Serliga í málum, sum innihalda ásetingar, ið eru á markinum til grundlógartryggjaðu rættindini hjá borgarum.
Hann heldur, at nógv er vunnið fyri føroyska samfelagið og tess borgarar, hóast málið um grindalógina verður burturvíst í rættarskipanini og afturkallað.
- Myndugleikar verða tilvitaðir um at útinna sakligt og objektivt lóggávusmíð uttan mun til, hvat endamálið er við lógini, sigur Henrik Weihe Joensen í tíðindaskrivi í kvøld.