Sirið Stenberg fer ikki at áleggja Sev at lækka prísin fyri, hvat tað kostar at fáa streym, tá ið fólk byggja sær hús.
Íbindingargjaldið til eini vanlig sethús er 16.287,50 krónur, og Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt Sirið Stenberg, um hon ætlar at krevja, av Sev, at tað verður lækkað, tí tað er nógv hægri enn veruligu útreiðslurnar av arbeiðnum er. Tí heldur hann, at hetta líkist meiri einum avgjaldi enn einum gjaldið fyri knýta í elnetið hjá Sev og fáa streym.
Sirið Stenberg sigur, at sum heild sigur elveitingarlógin, at prísirnir skulu ikki vera hægri enn neyðugt.
Men endamálið er, at íbindingargjaldið skal hvíla í sær sjálvum, og longu í 2012 hækkaði Sev íbindingargjøldini soleiðis, at tey samsvaraðu við veruliga kostnaðin av íløgunum. Sev vísti eisini á, at gevur íbindingargjaldið undirskot, mátti tað takast inn aftur við at hava ein hægri streymprís enn tað annars var neyðugt, og tað var ikki endamálið at streymurin skuldi vera dýrari enn neyðugt.
Sirið Stenberg sigur, at ein onnur grundgeving fyri at hækka íbindingargjøldini var at sleppa undan, at fólk fingu sær heldur ríkiligt av mátti inn í húsini.
– Tess fleiri, ið fáa sær hægri mátt enn neyðugt, tess størri framleiðslumátt, má SEV hava, og tað kostar. Við at seta íbindingarkostnaðin javnt við íløgukostnaðin verður mett, at viðskiftafólk ikki fáa sær meiri mátt enn tey í roynd og veru hava brúk fyri. Og tí hevur hon ongar ætlanir um at krevja at Sev lækkar gjøldini aftur.