Hiace fæst bara høgrastýrdur eftir 1. januar 2012. Og bara eystanfyri. Viss ikki Toyota enn einaferð snýtir vanliga brúkaran, so fer núverandi “norðurlendska” útgáva av Hiace úr framleiðslu í
oktober og sølan steðgar tann 1. januar 2012. Eystanfyri koyra tó spildurnýggir Hiace – men teir eru høgrastýrdir!
Hiace sá fyrstu ferð dagsins ljós í 1967 og hevur síðan verið at sæð um allan heim sum vørubilur, bussur, minivan, MPV, taxabilur og sum Van. Tann fyrsti sum kom fekst eisini í eini Commercial-útgávu sum campingbilur. Eystanfyri hevur Hiace verið mest stolni bilur í mong ár – ikki orsakað av bilinum sjálvum, men av teimum einastandandi haldbæru motorunum, sum verða seldir svart sum bátamotorar. Fyrstu 10 árini fekst hann bara við bensinmotori.
Fyrsta sniðið helt í 10 ár, og varð mest seldur í Afrika, har hann varð brúktur til ferðafólkaflutning. Nógvir av teimum koyra enn. Í 1977 kom Hiace í nýggjari útgávu, og nú kundi veljast millum bensin ella diesel. Triðja ættarlið kom í 1982 og fjóðra í 1989, men tað sniðið kom ikki til Føroya. Men 1995-sniðið gjørdist tað mest selda her um leiðir og helt í veruleikanum líka til seinasta sniðið kom. Sniðini frá 2000 og fram síggjast ikki um okkara leiðir. Teir eru higartil bara framleiddir høgrastýrdir og verða seldir í Japan, Thailandi, Suðurafrika og ymsastaðni í Miðeystri.
Teir fáast við 2,5 og 3.0 litra D-4D diesel ella 2.0 ella 2,7 litra VVTi-bensinmotori. Hesir motorar svara væl og virðiliga nýggju ES-krøvunum, men bilurin verður bara ikki framleiddur til okkara
marknað. Í USA eru feløg, sum bjóða sær til at umbyggja teir til vinstrastýring – tað sama er galdandi fyri slagskipið Toyota Crown. Men tað kostar!
Í Danmark hevur Hiace verið mest seldi vørubilur í 15 ár tilsamans í harðari kapping við VW Transporter. Í Noregi eru seldir fleiri enn 110.000 Hiace bilar seinastu 44 árini, harav 66.000 framvegis koyra. Men verandi Hiace hevur longi bara verið seldur í Danmark, Noregi, Finlandi
og Írlandi – við Noregi sum nógv størsta marknaði.
Tann 1. januar koma nýggj ES-krøv í gildi, sokallaðu Euro 5 krøvini um útlát, og ongin ætlan er hjá Toyota at uppgradera tann “norðurlendska” Hiace til hesi krøv. Tað merkir, at innflutningurin
steðgar 1. januar 2012, men framleiðslan av seinasta “norðurlendska” sniðinum steðgar longu í oktober.
Tó hevur Toyota á sín vanliga duldarfulla hátt boðað frá, at okkurt nýtt verður at frætta í heyst. Toyota er kent fyri at pella fyri fjølmiðlunum. T.d. minnast mong, tá Toyota boðaði frá, at nú var
Corolla farin í søguna, fyri stutt eftir at senda tann vakrasta Corolla nakrantíð á marknaðin.
Vert er at leggja til merkis, at Hiace-bilarnir, sum verða framleiddir til heimamarknaðin hjá Toyota, væl og virðiliga svara øllum ES-krøvum mong ár fram í tíðina, sum jú eisini er galdandi fyri øll
onnur Toyota-snið við nýggju motorunum.
Spurningurin er so, um tað loysir seg at flyta róðrið yvir í vinstru síðu, “bert” fyri at nøkta tørvin á okkara leiðum. Ella um Toyota lumpar okkum einaferð enn. Livst so spyrst. Við Hiace fer tann trúgvasti og mest álítandi starvspartnarin hjá føroysku vinnuni í søguna.